Nú eru næstan 3.000 harur skotnar

mentan27-11-2020 - 17:39 - Jóanis Nielsen

Eyðfinn Magnussen skrivar á Facebook:

Nú harutíðin er mestsum hálvrunnin, nærkast vit teimum 3.000 harunum, sum eru skrásettar at vera skotnar higartil í ár. Higartil (fríggjadagin 27. november) er skrásetta talið komi upp á 2.890 harur, sum eru skotnar í 167 túrum í 97 høgum kring landið. Fleiri túrar eru tó, sum enn ikki eru skrásettir.
Í talvuni sæst top-3 listin tann 27. november 2020
Eisini er vís tá kortinum hvussu nóg er skrásett í hvørjum haga higartil.
Meira kann lesast um haruveiðuna á heimasíðuni “haran.fo”