Nú eru bara 1.400 tons eftir av gulllaksakvotuni

vinna09-08-2017 - 14:50 - Jóanis Nielsen

 Eysturbúgvin og Vesturbúgvin hava í dag landað í Kollafirði, teir plaga annars at landa gulllaksin á Toftum, men av tí at Tavan ikki tekur ímóti meira gulllaksi í ár, so verður landað í Kollafirði.

Eysturbúgvin og Vesturbúgvin hava tilsamans 180 tons, teir hava roynt í eystara kanti av bankanum.

Skipini eru nú áveg til Havnar at taka ís, teir fara nýggjan túr í kvøld.