Nú eru 1712 føroyingar koppsettir fyri koronu

14-01-2021 - 11:24 - Jóanis Nielsen

gjár vórðu 408 fólk koppsett. Tilsamans eru nú 1712 føroyingar koppsettir fyri koronu.

Nýggj sending við koppingarevni kom til Føroya týskvøldið, og í gjár varð koppsetingin so tikin uppaftur. Millum tey koppsettu vóru 25 búfólk á Suðuroyar Ellis- og røktarheimi.

Umleið 3,2 prosent av øllum føroyingum eru nú koppsettir og málið er, at hava koppsett sløk 5 prosent, tá vikan er av.

Ólavur Frederiksen eigur myndina