Nú er vøllurin á Hólmanum grønur

ítróttur04-06-2015 - 05:05 - Jóanis Nielsen

Sum myndirnar vísa, gongur tað einastandandi væl at leggja graslíki á í Hólmanum á Eiði.

Myndirnar eru tiknar í dag og nú er Hólmin grønur. Alt arbeiðið við áleggingini væntast at verða liðugt mitt í komandi viku.

Graslíki er av slagnum DOMO Vario Slide S-Pro 50 tað er P/F Føroya Møblasøla sum veitir vøllin, sum verður lagdur á av týskum áleggjarum, sum eru kendir í Føroyum, og sum hava lagt vøllirnar, Sandoy, Tvøroyri, Gøta, Leirvík, Sandavág umframt vøllin á Eiði og nýggja vøllin í Fuglafirði, umframt fleiri smærri vøllir.

Eftir áleggingina á Eiði og Fuglafirði verður farið um landi at leggja smærri vøllir á og gera servis uppá vøllirnar kring landið.