
Nú er nýggjasta útgávan av Hagar og seyðamark komin
mentan12-01-2021 - 15:08 - Jóanis Nielsen
Nú er nýggjasta útgávan av Hagar og seyðamark komin.
Bókin er áhugaverd og sera góð uppslagsbók hjá teimum, ið hava áhuga fyri seyðahaldi. Har finnist alt um hagar og seyðamark, mørk millum hagar og hvørji sita í teimum ymisku hagastýrunum. Grindahagtøl o.m.a..