Nú byrjar Faxe Kondi-kappingin av álvara

ítróttur17-01-2018 - 17:14 - Jóanis Albert Nielsen

Komandi fimm vikurnar er Faxe Kondi-kappingin á skránni hjá monnum og kvinnum.

Innleiðandi dystirnir um at koma í stóru finaluna vórðu spældir fyrst í desember og nú liggur bólkaspælið fyri framman, sum byrjar mikudagin. Síðsti dystur í bólkaspælinum er 4. februar og síðan verður farið til hálvfinalurnar. Sjálv finalan er leygardagin 17. februar.

Sum vant eru finalurnar hjá U18 eisini leygardag, meðan finalurnar hjá teimum yngru deildunum eru sunnudag. Hjá U18 er longu greitt hvør skal hittast í finaluni. Bæði hjá gentum og dreingjum eru finalurnar millum H71 og Neistan. Somuleiðis er greitt hjá D14, at tað verður H71 og Kyndil/ÍA, sum hittast, meðan finaluliðini hjá G14 eru H71 og Neistin.

Hesir eru dystirnir í bólkaspælinum hjá monnum og kvinnum: