Nú ber til at melda seg til Fótbóltsskúlan við Stórá 2020

ítróttur23-01-2020 - 23:54 - Jóanis Nielsen

Nú ber til at melda seg til Fótbóltsskúlan við Stórá 2020!


Aftur í 2020 fara vit at hava vælumtokta Fótbóltsskúlan við Stórá. Í fjør vóru vit so heppin at fáa Craig Dean úr enska stórfelagnum Leeds United sum høvuðsvenjara á fótbóltsskúlanum. Og nú kunnu vit so avdúka at Craig kemur aftur at vera høvuðsvenjari á fótbóltskúlan í 2020.

Fótbóltsskúlin við Stórá 2020 verður hildin yvir tríggjar dagar, 12.-14. august.

Tað hevur verið útselt seinastu 2 árini, men fyri at tryggja at allir luttakarir skulu fáa eitt so gott upplivilsi sum gjørligt, hava vit at halda fast í at avmarka tað til 150 luttakarar í 2020 eisini.

Vit gleða okkum til at síggja tykkum til Fótbóltsskúlan við Stórá í 2020!

Minnist til at prísurin hækkar aftaná 31/01/2020!
Avmarka til 150 pláss, og hevur verið útselt síðstu 2 árini.
So tað er at skunda sær at melda til, um mann vil tryggja sær pláss á Fótbóltsskúlan við Stórá 2020