Nú ber til at fáa armbond til Summar Festivalin

mentan06-08-2019 - 15:03 - Jóanis Nielsen

Armbond til Summar Festivalin fáast á ymiskum støðum kring landið



Atgongumerki til Summar Festivalin 2019 skulu býtast um við armbond fyri at sleppa inn á festivaløkið. Longu nú ber til at fáa armbond á fleiri støðum kring landið, og armbond fáast eisini við inngongdina, tá ið festivalurin byrjar.


Armbond fáast nú á hesum støðum:
Telebúðin í Klaksvík, Saltangará og á Tvøroyri
Torgið í SMS í Havn
Norðoya Sparikassi í Klaksvík og Miðlon í Havn
Effo-støðin í Leirvík
Við inngongdina til festivalin, tá ið festivalurin byrjar

Summar Festivalurin byrjar hósdagin og heldur fram til leygardagin. Heitt verður á fólk um at fáa sær armband uppá áðrenn festivalin fyri at lætta trýstið á inngongdina, tá ið festivalurin byrjar.