Nótaskip skrivar: Frá maraknaðarskipan til politiska útluting

politikkur10-03-2017 - 15:44 - Jóanis Nielsen

Tann yvirskipaða yvirskriftin fyri fiskivinnunýskipanina hjá sitandi samgongu hevur verið, at vit skulu fara frá politiskari útluting til eina marknaðargrundaða skipan.

Nú vit síggja uppskotið hjá samgonguni til fiskivinnunýskipan, mugu vit bara staðfesta, at tað er júst tað øvugta, sum hendir.

Vit hava eina marknaðargrundaða skipan. Innanfyri galdandi fiskivinnulóggávuna hevur borið til at keypa og selja fiskidagar og eginkvotur.

Tað kann neyvan vera onnur orsøk til hetta, enn at politiska skipanin hevur havt ynski um, at vinnan sjálv skuldi syrgja fyri teimum neyðugu tillagingunum fyri at fáa eina lønandi vinnu.

Og vinnan hevur sanniliga brúkt henda møguleika. Innan fyri karmarnar av verandi skipan er farið fram uppkeyp av skipum og kvotum, samanleggingar av loyvum o.s.fr., við tí endamáli at fáa ein lønandi rakstur.

Lat okkum bara taka nótaskipini sum dømi. Tá skipatalið varð upp á tað mesta, vóru 21 skip við nótaloyvum. Tað vóru nakrir dugnaligir reiðarar, sum fingu tað at bera til, og við tí avlopi, sum teir megnaðu at fáa í raksturin, keyptu teir onnur skip og loyvir, sum skapti grundarlag fyri at byggja nýggj og effektiv nótaskip. Nú eru tey bara 7 í tali.

Soleiðis virkar ein marknaðargrundað skipan. Tað er rætt, at teir, sum hava selt, hava fingið ein vinning, men har er ábyrgdin hjá politikarunum. Teir kundu fyri langari tíð síðan havt lóggivið fyri at brandskatta henda vinning.

Lógaruppskotið um fiskivinnunýskipan er fløkt og so ógreitt, at tað ber ikki til at meta um, hvørjar avleiðingarnar verða. Men greitt er, at vit nú fara yvir til eina reindyrkaða politiska útluting. Lógin gevur einum persóni, sum er landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, fríar hendur til gjøgnum eina ørgrynnu av kunngerðarheimildum at stýra fiskivinnuni, júst sum honum lystir.

Samanumtikið er hetta uppskotið als ikki klárt at leggja fyri løgtingið. Tá vit, sum starvast í vinnuni, ikki kunnu gjøgnumskoða avleiðingarnar, og tá Fiskimálaráðið ikki hevur serligan hug at greina útrokningarnar, sum liggja aftanfyri uppskotið, er støðan torfør.