Norsk tyrla var eftir sjúkum manni á Næraberg

vinna03-11-2018 - 11:17 - Jóanis Nielsen

 Næraberg kom á Kollafjørð í morgun við 3.000 tonsum av heilfrystari sild, sum teir hava fiskað bæði í føroyskum og altjóða sjógvi norðanfyri.

Vit tosaðu við skiparan Bergur Petersen í morgun, hann segði, at teir byrjaðu hendan túrin í føroyskum sjógvi, menn so minkaði fiskiskapurin og teir fóru í altjóða sjógv norðanfyri føroyska markið, teir hava roynt líka norðuri á 66,2N, har fitt av sild var at fáa.

Skiparin segði okkum, at mikudagin gjørdist ein maður so sjúkur umborð, at teir boðsendu norkari tyrlu, sum kom eftir manninum og fleyg hann til Tróndheim, har hann var innlagdur, maðurin er seinast í tjúgunum, hann hevur tað betri nú.

Næraberg fer aftur á sildaveiðu, tá ið liðugt er at landa.

Manninngin telur 42 t.v.s. 41 og ein frá Havstovuni.