Mynd: Jóanis Albert.

Norrøna krokar undir Hetlandi

vinna07-12-2017 - 08:44 - Jóanis Nielsen

 Norrøna, sum framskundaði túrin till Danmarkar, fór av Havnini kl. 17 í gjár. Túrurin úr Føroyum eyystur um Hetland var góður, teir silgdu undan óveðrinum, og komu eystur um Hetland í nátt. Nú liggur Norrøna undir landi suður úr Lerwik, har teir bíða eftir veðri, soleiðis at ferðin úr Hetlandi til Hirtshals eisini verður góð.

Tað stendur væl til umborð á Norrønu, frætta vit.

Uppdatering kl. 8: Skiparin hevur boðað ferðafólkunum frá, at Norrøna helst kemur at liggja eystur úr Hetlandi í allan dag.