Norðurlendskur Unesco-fundur

Mentan21-05-2018 - 20:01 - Jóanis Albert Nielsen

Í døgunum 22.-24. mai verður árligi norðurlendski Unesco-fundurin hildin í Føroyum. Luttakararnir eru umboð fyri tær norðurlendsku Unesco-nevndirnar, harumframt luttaka eisini starvsfólk, sum arbeiða við norðurlendskum spurningum á høvuðssætinum hjá Unesco í París. Í alt eru uml. 60 luttakarar.

Sjálvur Unesco-aðalfundurin verður hildin í París annaðhvørt ár. Næsti aðalfundur verður í november 2019. Norðurlond samstarva nógv millum aðalfundirnar, og fundurin komandi dagarnar er eitt dømi um hetta.

Tað er føroyska Unesco-nevndin, sum er vertur fyri fundinum, sum verður hildin á Hotel Føroyum og í Norðurlandahúsinum.

Í føroysku UNESCO nevndini eru:

Sigurð í Jákupsstovu, nevndarformaður, Annika Sølvará, Andras Mortensen, Liljan Weihe, Barbara Gaardlykke Apol og Margretha Jacobsen.

Føroyska UNESCO skrivstovan er skipað í Mentamálaráðnum. Martin Næs, deildarstjóri, er aðalskrivari.

Myndin er frá norðurlendska UNESCO fundinum í Danmark í 2017

Les meira á www.unesco.fo