Norðurlendskt seminar um vegleiðing

mentan30-05-2017 - 11:59 - Jóanis Nielsen

Týsdagin 30. mai skipar NVL – Nordisk Netværk for Voksnes Læring – fyri vegleiðaraseminari í Norðurlandahúsinum. Heitið á seminarinum er ”Vegleiðing nær og fjar”, og hugt verður serliga at kunningar- og samskiftistøkni í vegleiðing.

Við støði í at vegleiðing er tvørgreinaligt amboð og grundtreyt fyri lívlangari læru í praksis, staðfesta fyrireikararnir, at átøk og strategisk mál fyri útbúgingarpolitikk eiga at fevna um heildarætlan fyri vaksnamannaútbúgving og landsumfevnandi ætlan fyri, hvussu vegleiðing sum amboð kann gagna skúlabørnum, lærlingum, miðnámslesandi, teimum á hægri lestri eins og vaksnum á arbeiðsmarknaðinum, arbeiðsleysum og tilflytarum í teirra karrieruspurningum.

Fyrilestrahaldarar úr Skotlandi, Álandi, Finlandi og Føroyum lýsa við støði í royndum og gransking týdningin av KT sum amboði í vegleiðing, og hvussu avgerandi KT-førleikar eru í einari heildarætlan fyri vegleiðing, útbúgving og karrieru.

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum bjóðaði luttakarum og gestum vælkomnum.

Røðan hjá landsstýriskvinnuni.