Norðurlandaráðið: Sjúrður vil síggja uppskotið frá donsku stjórnini um, hvussu støða Føroya kann styrkjast

politikkur16-03-2017 - 09:03 - Jóanis Nielsen

Føroyar fingu í fjør noktandi svar uppá umsóknina um fullgildugan limaskap i Norðurlandaráðnum. Danska stjórnin lovaði í tí sambandi at koma við uppskoti um at styrkja støðu Føroyaí norðurlendska samstarvinum. Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin, krevur nú svar frá donsku stjórnini.

Í november í fjør gjørdi Norðurlandaráðið av, at føroyska ynski um fullgildugan limaskap ikki skuldi gangast á møti. Víst var til ymiskar formligar, juridiskar forðingar. Heilt úrslitaleys var umsóknin tó ikki, tí danska stjórnin lovaði í sama viðfangi at koma við uppskoti um, hvussu føroyska støðan í norðurlendska samstarvinum kundi styrkjast.

- Hesum uppskoti hava vit bíða eftir síðani í november í fjør. Eg havi tí biðið Karen Ellemann greiða mær frá, hvussu stjórnin heldur, at støðan hjá Føroyum skal styrkjast í norðurlendskum høpi. Tað hevur týdning at fáa hetta staðfest, soleiðis at Føroyar skjótast gjørligt kunnu fáa eina sterkari rødd í Norðurlandaráðnum, sigur Sjúrður Skaale.

Karen Ellemann er danski ráðharrin fyri norðurlendskum samtarvi, og Sjúrður Skaale hevur sett henni hendan spurning:

Spørgsmål:Kan ministeren oplyse, hvorledes regeringen foreslår at styrke Færøernes deltagelse i det nordiske samarbejde yderligere, således som det i november 2016 blev bebudet i forbindelse med beslutningen om ikke at bifalde Færøernes ansøgning om fuldgyldigt medlemsskab af Nordisk Råd?

Skriftlig begrundelse:Ifølge en nyhed påwww.norden.orgaf 29. november 2016 oplyste den danske regering følgende i forbindelse med beslutningen om ikke at imødekomme Færøernes ønske om fuldgyldigt medlemsskab i Nordisk Råd: "Danmarks samarbejdsminister, Peter Christensen, informerede i den forbindelse om at Danmark vender tilbage med et forslag som kan styrke Færøernes deltagelse i det nordiske samarbejde yderligere.”