Norðoyastevnuframsýningin góða undirtøku

Mentan03-06-2019 - 17:30 - Jóanis Albert Nielsen

Ein afturvendandi táttur á Norðoyastevnu er Norðoyastevnuframsýningin, sum heldur til á Skúlatrøð. Í ár vóru gott hundrað málningar og myndir, har fleiri nýttu henda møguleikan til at vísa sínar dygdir innan foto- og myndlist.

Framsýningin hevði nógv vitjandi og innkomin peningur fer til vælgerandi endamál her í býnum. Fyrireikarnir ynskja at takka øllum teim luttakandi, vitjandi, stuðlum, Klaksvíkar kommunu og Klaksvíkar Innerwheel Klubba fyri góða hjálp, soleiðis at alt gekk upp í eina hægri eind og øll fingu eina góða uppliving.

Vit hittast aftur á Norðyastevnu 2020.

Vegna Klaksvíkar Rotary Klubba

Símun Gullaksen, forseti.