Norðoya Fólkafloksfelag stillar trý fólk upp

politikkur17-07-2019 - 08:59 - Jóanis Nielsen

Norðoya Fólkafloksfelag er liðugt við sína uppstilling til Løgtingsval 2019.

Valevnir okkara eru:

  • Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir, løgtingskvinna
  • Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður
  • Beinir Johannesen, býráðslimur

Vit fara við góðum treysti til eitt løgtingsval og leggja alla orku í at vinna vali og mynda eina komandi samgongu. Vit hava ein greiðan boðskap og vilja fremja okkara politik, sum er øllum føroyingum til gagns og frama.

Framhaldandi gott summar øll somul😊

Norðoya Fólkafloksfelag

Símun Gullaksen, formaður.