Norðingur skal landa til Havsbrún

vinna22-06-2018 - 13:00 - Jóanis Nielsen

 Norðingur, sum hevur roynt eftir svartkjafti norðast í føroyskum sjógvi, siglir inn, teir hava góð 1.100 tons, sum teir skulu landa til Havsbrún í morgin.

Fiskiskapurin hevur verið smáligur, teir byrjaðu túrin 14. juni.

Nú er bara eitt føroyskt skip á svartkjaftaveiðu, tað er Næraberg, sum roynir norðanfyri, eitt íslenskt og okkurt russiskt skip royna eisini í føroyskum sjógvi norðanfyri.

Skip á søluni 22-06-2018 Kl. 11:00

Bátur/skip(Boat)

Avr. havn

VBAvr. dagur

Kg


NORÐINGUR - ( KG 21 )FUGLAFJ. HAVN (HAVSBRÚN)14-06-201823-06-2018

1.123.000


Í alt fyri hesa sølu1.123.000