Mynd: Freiða Snorradóttir.

Norðingur skal landa svartkjaft í Íslandi

vinna15-04-2017 - 21:32 - Jóanis Nielsen

 Norðingur er ávegis til Íslands við fullari last av svartkjafti, sum teir skulu landa á Fáskrúðsfirði.

Norðingur verður á Fáskrúðsfirði kl. 14 í morgin.

Vit á JN.fo tosaðu umborð fyri løtu síðan, teir søgdu at tað var hampuliga góður svartkjaftur, sum skipini fingu í føroyskum sjógvi.

Vit spurdu eisini um prísin í Íslandi, teir søgdu, at prísirin líktist føroyska prísinum.