Norðingur siglir inn av svartkjaftafeltinum

vinna17-12-2017 - 14:26 - Jóanis Nielsen

 Norðingur, sum hevur roynt eftir svartkjafti í landsynning úr Føroyum, er farin at sigla inn við 1.000 tonsum, sum teir skulu landa til Faroe Pelagos í Kollafirði, teir verða á Kollafirði tíðliga í kvøld.

Norðingur gjørdi 3 tov, so fiskiskapurin er góður.

Tað eru í løtuni 5 føroysk skip á svartkjaftafeltinum. Nógv íslendsk skip hava eisini roynt har, men nú er einki íslendskt svartkjaftaskip í føroyskum sjógvi, tey eru helst farin til Íslands at halda jól.