Norðingur og Fagraberg skulu landa til Havsbrún

vinna31-05-2020 - 10:10 - Jóanis Nielsen

 Norðingur og Fagraberg skulu landa til Havsbrún. Í løtuni landar Katrin Jóhanna, so skal Norðingur landa og aftaná Fagraberg.

Norðingur kom á Fuglafjørð í nátt og Fagraberg kemur um eina løtu, Fagraberg er fullfermdur, vit vita ikki júst hvat Norðingur hevur.

Øll skipini hava roynt eystur úr Føroyum, men í morgun royna svartkjaftaskipini tætt suður úr Akrabergi.