Norðingur landar sild í Kollafirði

vinna09-10-2018 - 10:36 - Jóanis Nielsen

 Í gjáramorgunin kom Norðingur á Kollafjørð við 1.000 tonsum av sild, sum teir landa til Faroe Pelagic í Kollafirði.

Norðingur hevur fiskað sildina í føroyskum sjógvi norðanfyri.

Frits Joensen hevur tikið myndirnar.