Norðingur kom á Kollafjørð tíðliga í morgun

vinna22-10-2017 - 09:38 - Jóanis Nielsen

 Norðingur kom á Kollafjørð tíðliga í morgun við 900 tonsum av sild, sum teir skulu landa til Faroe Pelagic í Kollafirði.

Borgarin landaði tá ið Norðingur kom inn, men Borgarin er liðugur at landa nú og Norðingur byrjar at landa kl. 10 í morgun.

Vit tosaðu við skiparan - Brandur Nólsoy - í morgun, hann segði, at tað var góð sild, hon lá um 400 gramm í snitt.

Tað eru 11 mans við Norðinngi.