Norðingur kemur á Klaksvík í kvøld - fullfermdur av svartkjafti

vinna11-04-2018 - 19:13 - Jóanis Nielsen

 Norðingur kemur á Klaksvík í kvøld fullfermdur av svartkjafti, teir bíða á Klaksvík, til teir eiga landingartørn hjá Havsbrún, tað verður leygardagin.

Vit á JN.fo tosaðu umborð fyri løtu síðan, sagt varð, at nógvur svartkjaftur er nú í føroyskum sjógvi, men skipatali er eisini størt, nógv russisk, íslendsk, norsk og føroysk skip royna sunnast í føroyskum sjógvi.

Íslendska skipið Bjarni Ólafsson hevur í kvøld sett kós móti Íslandi, við fullari last av svartkjafti.