Norðingur kemur heim við spælskaða

vinna20-02-2020 - 15:18 - Jóanis Nielsen

 Norðingur, sum seinastu 14 dagarnar hevur verið til fiskiskap í altjóða sjógvi vestur úr Írlandi, er áveg heim, tí tað eina trolspælið er gingið fyri. Teir hava 500 tons av svartkjafti.

Vit á JN.fo tosaðu umborð fyri løtu síðan, veðrið hevur verið óvanliga ringt alla tíðina, tí hava teir mestsum bara ligið bakk, har vóru nøkur russisk skip og so Norðingur.

Veðrið er vánaligt enn, tað er nógvur vindur og aldan er meira enn 9 metrar høg.

Norðingur verður á Fuglafirði á middegi í morgin, teir landa til Havsbrún, skaðan á trolspælið skal KJ-hydralik taka sær av.