Norðingur kemur á Kollafjørð seinnapartin

Vinna01-12-2019 - 11:52 - Jóanis Nielsen

 Norðingur kemur á Kollafjørð um 2-tíðina í dag við 400 tonsum av makreli, sum teir skulu landa til Faroe Pelagic.

Norðingur hevur roynt í føroyskum sjógvi, teir hava nú fiskað kvotuna, sum teir áttu í føroyskum sjógvi.

Tá ið liðugt er at landa fara teir aftur á sildaveiðu norðanfyri.