Norðingur kemur á Kollafjørð seinnapartin

vinna08-09-2017 - 07:36 - Jóanis Nielsen

 Norðingur fór í gjárkvøldið at sigla inn av makrelfeltinum norðanfyri.

Norðingur hevur 1.100 tons, sum teir skulu landa til Faroe Pelagic í Kollafirði, teir verða á Kollafirði um 3-tíðina seinnapartin, men Norðingur sleppir ikki framat at landa fyrrenn í nátt.

Vit tosaðu umborð í morgun, tað er fínasta veður á leiðini norðanfyri.