Norðingur kemur á Kollafjørð í nátt

vinna15-12-2019 - 22:04 - Jóanis Nielsen

 Norðingur kemur á Kollafjørð í nátt við smáum 1.000 tonsum av svartkjafti, sum teir landa til Faroe Pelagic í Kollafirði.

Teir verða inni kl. 3 í nátt og byrja at landa beinanvegin teir koma á Kollafjørð.

Norðingur hevur roynt í føroyskum sjógvi - veðrið hevur verið buldrasligt, men nú er gott veður, og sagt verður frá góðum veðri alla vikuna.