
Norðingur kemur á Kollafjørð í kvøld
vinna05-11-2017 - 17:13 - Jóanis Nielsen
Í skrivandi stund stevnir Norðingur inn eftir Kollafirði, teir hava 1.300 tons av sild, sum teir skulu landa til Faroe Pelagic.
Í løtuni landar Borgarin, Norðingur sleppir framat at landa tá ið Borgarin er liðurgu, tað verður kl. 5 tíðliga í morgin.
Vit á JN.fo tosaðu umborð á Borgaran fyri løtu síðan, teir søgdu, at nógv sild var at síggja norðanfyri og at sildin er í góðum standi.
Norðingur eigur nú ein túr eftir so er kvotan í ár fiskað.