Norðingur kemur á Kollafjørð fyrrapartin

vinna12-10-2018 - 09:15 - Jóanis Nielsen

 Norðingur fór at sigla inn av sildafeltinum norðanfyri tíðliga í gjár, teir hava 500 tons av sild, sum teir skulu landa í Kollafirði, Norðingur verður á Kollafirði fyrrapartin í dag, teir sleppa at landa beinanvegin teir koma á Kollafjørð.

Vit á JN.fo tosaðu umborð á Norðing á midnátt, tá var veðrið ófantaligt, so teir sigldu spakuliga suðureftir. men teir roknaðu við, at teir blivu á Kollafirði um middagin í dag.

Norðingur hevur roynt í føroyskum sjógvi - á umleið 64,3N og 5,5V.

Teir fara aftur á sildaveiðu, tá ið liðugt er at landa.