Norðingur kemur á Fuglafjørð í nátt

vinna13-01-2018 - 23:58 - Jóanis Nielsen

 Norðingur siglir inn av svartkjaftafeltinum, teir koma á Fuglafjørð um 5-tíðina í nátt, Norðingur hevur 1.400 tons, sum teir skulu landa til Havsbrún, teir byrja at landa kl. 8 sunnumorgunin.

Vit á JN.fo hava tosað umborð fyri eini løtu síðan, tá vóru teir beint eystur úr Akrabergi, veðrið var hampuligt og roknaðu teir við, at tað fór at batna longur norður teir komu.

Fiskiskapurin hevur verið smáligur hendan túrin, tað hevur viðrað illa og ávirkar tað helst eisini fiskiskapin.

Í kvøld eru Finnur Fríði, Norðborg og Christian í Grótinum á feltinum, harafturat eru trý russisk skip har suðuri.

Tað verður fitt av vindi í nátt, í morgin og mánadagin, men so verður fragari veður nógvar dagar fram.