Norðingur kemur á Fuglafjørð í morgin

vinna16-03-2017 - 10:25 - Jóanis Nielsen

 Norðingur siglir heim av svartkjaftafeltinum vestur úr Írlandi, teir hava 1.600 tons, sum teir skulu landa til Havsbrún í Fuglafirði, Norðingur verður á Fuglafirði fyrrapartin í morgin.

Vit á JN.fo tosaðu umborð fyri løtu síðan, teir søgdu, at verðrið var so ófantaligt á leiðini, har teir royndu, at teir avgjørdu at sigla heim, hóast teir mangla eini 400 tons í fulla last.

Veðrið er enn ólagaligt, men teir hava havt hann undan, so tað hevur gingið hampuliga skjótt, hóast alt.

Nógv skip royna á leiðini har Norðingur royndi, og fleiri eru ávegis, Borgarin og Christian í Grótinum eru júst komnir á fiskileið.

Jupiter og Tróndur í Gøtu royna eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi.