Norðingur hevur landað til Havsbrún

vinna14-07-2017 - 22:23 - Jóanis Nielsen

 Norðingur, sum hevur roynt eftir svartkjafti norðast í føroyskum sjógvi, hevur í dag landað 1.400 tons til Havsbrún í Fuglafirði. Teir hava nú fiskað sína kvotu av svartkjaftinum.

Norðingur loysti av Fuglafirði fyri løtu síðan, teir skulu nú á verft í Norra og skulu verða har tíðliga mánamorgunin.