Mynd: Eyðun Høgnesen

Norðingur er á veg inn

Vinna13-06-2017 - 22:01 - Jóanis Albert Nielsen

Norðingur fór at sigla seinnapartin í dag, Norðingur hevur henda túrin roynt eystanfyri Føroyar. 

Norðingur verður í Áninum um eina løtu, og teir fara at liggja har til teir eiga at landa. Í løtuni landar Høgaberg til Havsbrún í Fuglafirði. Bæði Tummas T og Jupiter sleppa framat at landa til Havsbrún áðrenn Norðingur sleppir framat. Vit tosaðu umborð fyri løtu síðani, og vænta teir at sleppa framat seint hósdagin ella tíðliga fríggjadagin.

Norðingur hevur fiskað 1900 tons av svartkjafti henda túrin.

Í gjár vóru 19700 tons eftir av felagskvotuni, og hopa teir á Norðingi at teir fáa gjørt ein túr afturat áðrenn felagskvotan verður uppfiskað.