Norðingur bíðar eftir landingartørni

vinna17-03-2018 - 11:09 - Jóanis Nielsen

 Norðingur er komin í Ánirnar, har teir bíða eftir landingartørni hjá Havsbrún.

Norðingur er fullfermdur av svartkjafti, sum teir skulu landa til Havsbrún, teir hava roynt í altjóða sjógvi góðar 200 fjórðingar vestur úr Írlandi.

Í løtuni landar Christian í Grótinum til Havsbrún, teir verða liðnir í kvøld, og tá sleppir Norðingur framat.