Norðborg siglir inn

vinna21-04-2017 - 18:09 - Jóanis Nielsen

 Norðborg siglir inn við fullari last av heilfrystum svartkjafti, teir verða á Fuglafirði í morgin á middegi, segði skiparin Hans Klakstein við JN.fo í kvøld.

Norðborg skal bunkra á Fuglafirði í morgin, í annaðkvøld kl. 18 skulu teir landa í Ánunum.

Hans Klakstein sigur, at ætlanin er at fara nýggjan túr kl. 14 sunnudagin.

Tað eru 27 mans við Norðborg hendan túrin.