Norðborg siglir inn við fullari last

vinna20-05-2019 - 21:49 - Jóanis Nielsen

 Norðborg siglir inn við fullari last, teir koma á Klaksvíkina í kvøld, í morgin tíðliga verða teir á Fuglafirði, har teir skulu bunkra.

Seinnapartin í morgin landa teir í Ánunum, teir hava 1.295 tons av heilfrystun svartkjafti, 42 tons av skráskornum svartkjafti og 120 tons av mjøli.

Tá ið liðugt er at landa fer Norðborg á Skála, har skipið skal pussast upp.