Norðborg siglir inn við fullari last

vinna10-06-2017 - 11:55 - Jóanis Nielsen

 Norðborg siglir inn við fullari last av svartkjafti, teir hava 1.325 tons av frystum. 

Norðborg fer fyrst á Fuglafjørð at bunkra, teir verða á Fuglafirði beint eftir middag. Í kvøld kl. 20 skulu teir byrjað at landa í Ánunum. sigur Jón Rasmussen skipari við JN.fo.

Teir sigla aftur kl. 16 sunnudagin.