Mynd: Norðborg.

Norðborg siglir inn av svartkjaftafeltinum

vinna14-01-2018 - 10:21 - Jóanis Nielsen

 Norðborg fór at sigla inn av svartkjaftafeltinum í nátt, teir framleiða og koma at framleiða, tað sum er í tangunum í dag og í nátt, tá ið liðugt er at framleiða koma teir at hava 1.330 tons av heilfrystum svartkjafti í lastini.

Vit á JN.fo tosaðu við skiparan Jón Rasmussen fyri løtu síðan, hann segði at teir fyrst á túrinum høvdu gott fiskarí, sum so minkaði, men teir seinastu dagarnar hevur nógvur svartkjaftur verið at sæð á feltinum sunnanfyri - Jón leggur afturat, at tað hevur verið ringur sjógvur á feltinum hendan túrin, so tað hevur verið nógv rull - so nógv til tíðir, at trupult var at framleiða, tí bakkarnir koppaðu í dúrkið.

Jón segði eisini, at teir tíðliga í morgin fara á Fuglafjørð at bunkra, so roknaði hann við, at teir landa í Ánunum mánakvøldið og fara nýggjan túr aftur týskvøldið.

Tað er nógvur vindur á leiðini sunnanfyri - umleið 25-30 m/sek - men teir hava undan norðureftir.

Manningin hendan túrin telur 26.

Nú er bara Christian í Grótinum á svartkjaftafeltinum og so eisini trý russisk skip.