Norðborg siglir heim við 1.100 tonsum av lodnu

vinna07-02-2018 - 07:40 - Jóanis Nielsen

 Norðborg, sum hevur fiskað lodnu við Ísland, er í morgun farin at sigla heim við 1.100 tonsum av frystari lodnu, sum teir skulu landa í Ánunum í morgin, Norðborg verður í Ánunum til arbeiðstíð í morgin tíðliga.

Bara eitt annað føroyskt skip er á lodnuveiðu, tað er Høgaberg, teir komu á fiskileið í nátt, eftir at teir vóru heima og skiftu nót fyrr í vikuni.