Norðborg siglir heim fullfermd av lodnu

vinna16-02-2018 - 20:58 - Jóanis Nielsen

 Norðborg, sum hevur verið til lodnufiskiskap við Ísland, fór í kvøld at sigla heim fullfermd av lodnu.

Jón Rasmussen sigur, at teir hava nógv í tangunum, sum teir skulu frysta til teir koma á Føroyar, Jón sigur, at frystilastin verður full, teir skulu landa ein lítlan part í Ánunum sunnumorgunin, soleiðis at teir fáa pláss fyri tí, sum er eftir í tangunum, so fara teir út aftur at framleiða liðugt, áðrenn teir koma aftur í Ánirnar, har teir landa aftur mánamorgunin.

 Hann sigur, at tilsamans hava teir meira enn 1.500 tons.