Norðborg og Christian í Grótinum ríma fyri fiskaloysi undan Eystur-Grønlandi

vinna12-07-2018 - 15:32 - Jóanis Nielsen

 Føroysku skipini Norðborg og Christian í Grótinum hava verið til makrelfiskiskap við Eystur-Grønland, men har er slettis einki komið burturúr, teir hava tí tikið avgerð um at gevast.

Tá ið vit tosaðu umborð á Norðborg við skiparan Jón Rasmussen, fyri løtu síðan, segði hann, at bæði Christian í Grótinum og teir vóru á seinasta tovi nú, tá ið trolið kom á dekkið, so verður kós sett heim.

Jón Rasmussen helt, at tað var hitin í sjónum, sum ikki er tilvildar, og viðvíkjandi hitanum so gekk bara skeivan veg.

Har royna  eisini fleiri grønlendsk skip, og hjá teimum er sama skil.