Norðborg og Christian í Grótinum eru komnir undir land at kroka

Vinna11-01-2017 - 08:21 - Jóanis Albert Nielsen

Fyri løtu síðani tosaðu vit umborð á skipini Norðborg og Christian í Grótinum, sum bæði eru komin inn undir land. Veðrið var blivi keðiligt har suðri á leiðini ið teir hava roynt, og tí valdu teir at koma inn undir land at kroka.

Norðborg hevur 400 tons umborð av svartkjafti, teir fara møguliga inná Vág at bunkra, men annars liggja teir og kroka til veðrið verður betur aftur, og fara møguliga avstað aftur í annaðkvøld.

Christian í Grótinum kom á fiskileið í gjár, og hava teir 150 tons umborð, teir fara møguliga eisini avstað aftur í annaðkvøld, tá ið hann lovar betri veður.