Norðborg og Christian í Grótinum eru ávegis til Grønlands

vinna12-07-2017 - 12:02 - Jóanis Nielsen

 Norðborg og Christian í Grótinum eru ávegis til Grønlands, har teir skulu fiska av føroysku kvotuni, sum er 4.000 tons, eisini fiska Næraberg og Slættaberg av somu kvotu. Teir loystu eftir midnátt.

Tað frættist, at í gjár høvdu skipini, sum royna í Eystur-Grønlandi, brúkuligt fiskarí, annars hevur verið smáligt.

Norðborg og Christian í Grótinum hava samtrolað í føroyskum sjógvi norðanfyri og vestanfyri, tá ið teir komu inn høvdu teir uml. 600 tons av skráskornum og flaki, tað var bæði makrelur og sild, harafturat høvdu teir smá góð 250 tons av slógvi.

Vit tosaðu við skiparan á Norðborg fyri løtu síðan, teir eru komnir vestur á markið við Ísland og rokna við at verða á fiskileið tíðliga fríggjamorgunin. Veðrið er gott og tað ljóðar frá góðveðrið allan vegin til Grønlands, segði skiparin - Jón Rasmussen.