Norðborg landar til Bergfrost

vinna25-11-2020 - 22:23 - Jóanis Nielsen

 Norðborg kemur á Fuglafjørð á middegi í morgin, teir hava góð 1.000 tons av sildafløkum, umleið 100 tons av skráskornari sild, 80 tons av heilfrystari sild, sum skal brúkast til agn og so hava teir umleið 200 tons av mjøli.

Av tí at goymslurnar í Ánunum eru fullar, so landar Norðborg í Fuglafirði til Bergfrost.

Tá ið farið verður nýggjan túr, tá fara teir á makrelveiðu.