Norðborg landar í Fuglafirði

vinna13-05-2018 - 19:44 - Jóanis Nielsen

Norðborg kom á Fuglafjørð í morgun við 1.275 tonsum av heilfrystum svartkjafti og 175 tonsum av mjøli, sum teir landa í Fuglafirði.

Norðborg hevur fiskað sunnanfyri og teir seinastu dagarnar vestur úr Suðuroynni.

Tað vóru 28 mans við hendan túrin, skipari var Jón Rasmussen.

Norðborg fer nýggjan túr á midnátt.