Norðborg landar i Ánunum

vinna10-08-2017 - 10:27 - Jóanis Nielsen

 Norðborg kom í Ánirnar kl. 6 í morgun, teir hava fiskað norðanfyri Føroyar.

Norðborg hevur 250 tons av sildafløkum, 850 tons av avhøvdaðum makreli, 150 tons av mjøli og 200 tons av lýsi.

Teir landa í morgun í Ánunum, vit tosaðu við skiparan Hans Klakkstein, hann segði, at bæði sildin og makrelurin vóru í góðum standi, støddin á makrelinum lá millum 450 og 500 gramm.

Teir vóru 27 mans við hendan túrin og verða 28 mans komandi túr.

Norðborg siglir aftur á midnátt, Hans Klakkstein verður aftur skipari komandi túr.