Norðborg landar í Ánunum í morgin

vinna11-01-2019 - 18:38 - Jóanis Nielsen

 Norðborg, sum hevur roynt eftir svartkjafti sunnast í føroyskum sjógvi, er komin undir land sunnanfyri, teir hava nakað eftir at framleiða, tað skulu teir framleiða í nátt, teir verða tá liggjandi eystur úr Nólsoy. Tá ið liðugt er at framleiða, tá koma teir at hava 1.320 tons av heilfrystum svartkjafti og 120 tons av mjøli.

Í morgin tíðliga fara teir á Fuglafjørð at bunkra, teir skulu landa í Ánunum kl. 13 í morgin.

Tað eru 26 mans við Norðborg, eisini eru tveir skúlanæmingar úr Havn, sum eru í starvsvenjing, skipari er Jóhan Isaksen úr Klaksvík.