Norðborg landar í Ánunum í morgin

vinna17-02-2019 - 23:00 - Jóanis Nielsen

 Norðborg, sum hevur roynt eftir svartkjafti í ES-sjógvi - vestur úr Hebridunum, siglir inn, teir eru komnir undir landa og fara í nátt og fyrrapartin í morgin at framleiða tað teir hava í tangunum. Norðborg fór avstað leygardagin 9. februar, so teir hava gjørt ein skjótan túr.

Norðborg skal landa seinnapartin í morgin í Ánunum, teir koma tá av hava fulla last.

Ætlanin er at fara nýggjan túr týsdagin, teir fara tá longur suður og fara at fiska í altjóða sjógvi, har øll tey føroysku skipini royna.

Tað eru 26 mans við Norðborg, skipari er Jóhan Isaksen.