Norðborg kemur heim undan Íslandi

23-09-2019 - 15:07 - Jóanis Nielsen

 Norðborg, sum hevur verið á sildaveiðu i íslendskum sjógvi, kemur á Fuglafjørð í kvøld, skipið er fullfermt.

Teir verða á Fuglafirði kl.8 í kvøld, har teir skulu pumpað 150 tons av lýsi í tangarnar hjá Havsbrún og bunkra til komandi túr.

Í morgin tíðliga landa teir í Ánunum - 350 tons av heilfrystari sild, 80 tons av heilfrystum svartkjafti, 930 tons av sildafløkum og 200 tons av mjøli.

Vit tosaðu fyri løtu síðan við stýrimannin - Jóhan Isaksen - hann segði at fyrst á túrinum var støddin 450 gramm á sildini og seinni á túrinum bleiv støddin 400 gramm.

Sildin gongur eystureftir og nærkast nú føroyska markinum, 6 føroysk skip royna eftir sild í íslendskum sjógvi - Borgarin, Jupiter, Christian í Grótinum, Næraberg, Norðingur og Finnur Fríði.

Tað eru 28 mans við Norðborg, skipari er Jón Rasmussen.

Ætlandi fer Norborg nýggjan túr seint týskvøldið.