Norðborg kemur fulllfermd í Ánirnar

vinna07-12-2017 - 13:23 - Jóanis Nielsen

 Norðborg er á veg í Ánirnar fullfermd av sild, teir verða í Ánunum um 14 tíðina. Annars var ætlanin at fara á Fuglafjørð at bunkra, men har var veðrið so vánaligt, at teimum varð rátt frá at koma har í dag.

Norðborg hevur fiskað sild í altjóða sjógvi norðanfyri føroyska markið, teir hava roynt ímillum 68,3 N og 69 N, har hevur eisini Tróndur í Gøtu verið.

Vit tosaðu við stýrimannin Jóhan Isaksen fyri løtu síðan, hann segði at teir hava 1.400 tons av frystum, so hava teir eisini eitt sløð av lýsi og mjøli.

Av teimum 1.400 tonsunum, sum eru fryst, eru 150 tons heilfryst sild, 700 tons eru skrædlað sild og 550 tons eru sildafløk.

Teir rokna við at landa í dag og í morgin, so er ætlanin at fara nýggjan túr á sild leygardagin.

Skipari hendan túrin er Hans Klakkstein.